Faðirin sigur: Gev hjarta títt mær

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: Annie F. Bourne
Týtt: Victor Danielsen

1. Faðirin sigur: Gev hjarta títt mær!
Dýr hvør ein syndarasál honum var;
mildur hann syndarar kallar til sín:
Kom, sum tú ert, kom, áh, kom nú til mín!

Niðurlag:
Hoyr tó Guds orð, hvør tú so er:
Gev mær títt hjarta og bjargaður ver!
Heimurin voldir tær vónbrot og deyð;
hoyr tí í dag, ger sum Harrin tær beyð!

2. Jesus vil eiga títt hjarta í dag;
kanst tú teg herða og ei svara ja?
Verðin og syndin tær gjørdu bert ilt;
Harrin teg frelsir, um eina tú vilt.

3. Andin teg kallar: Til Jesus kom nú!
Verkið er fullgjørt, og vrakar tað tú?
Orðið teg reinsar og slítur øll bond;
vend tær ei burt, nú teg biður Guds Ond!

FavoriteLoadingGoym tekstin