Faðirs míns hond var so slitin og hørð

Orð: A. Hovden
Lag: Karl Svensen
Týtt: Nyholm Debess

1. Faðirs míns hond var so slitin og hørð
í strevi við svongd og neyð;
til konu og børn úr gaddajørð
hann strevaði bjarging og breyð.

2. Róði við blýtungum árum mót streym,
so húðleys tá hondin varð.
Tá kvøldið kom, hon kendist so eym,
at náttin ei blund honum bar.

3. Aldri eg gloyma vil faðirs míns hond,
hvør fingur krøktur av ár.
Hon lýsir sum perlan við skeljastrond,
tó slitin, útlúgvað og sár.

4. Tíðan eg troytni – og streym valdið fær,
ta trúføstu hond eg kann sjá. –
Tá vørrar frá ár – hann knáur var,
og bátur við helluna lá.

FavoriteLoadingGoym tekstin