Faðirsins orð og úr erva ein lykt

Orð: Lizzie DeArmond
Lag: Howard E. Smith
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Wonderful book

1. Faðirsins orð og úr erva ein lykt,
:,: undurfull bók, :,:
vísir mær vegin í kærleika, tykt.
Undurfull lívsins bók.

2. Himmalska føði til svangan hon ber,
:,: undurfull bók. :,:
Tann, hana etur, ei svangur hann er.
Undurfull lívsins bók.

3. Streymar av himmalskum vatni hon ber,
:,: undurfull bók, :,:
sløkkir mær tostan og reinan meg ger.
Undurfull lívsins bók.

FavoriteLoadingGoym tekstin