Fagrastur er Jesus, av tíggju túsund ber hann

Orð: Oswald J. Smith
Lag: Alfred H. Ackley
Týtt: Flóvin Tyril

1. Fagrastur er Jesus, av tíggju túsund ber hann,
hann dalsins hvíta lilja og stjørnan bjarta er.
Hann er øll mín æra, mín gleði dag um dag,
mítt hjarta tí kann syngja eitt himmalskt kærleikslag.

Niðurlag:
Hoyrið song hinnar fríu sál
ljóma søtt og fagurt ringja!
Hoyrið song hinnar fríu sál,
sum ber hvíld, tá byrðar tyngja!
Hoyrið song hinnar fríu sál,
sum mítt hjarta stútt má syngja!
Halleluja! Halleluja!
Hoyr song hinnar fríu sál!

2. Hjarta mítt var byrðað, men bøtt er syndaskuldin,
nú gleðitónar fylla mítt bróst á vegnum heim.
Kristus er mín bjarging, mín songur dýrasti,
hann eiga skal mín lovsong, mín Harri, Meistari.

3. Tá ið hann meg frelsti, hann gleðistrong mín rørdi,
og altíð skal eg syngja: Hann endurloysti meg!
Áður eg í myrkri og deyðaskugga gekk,
men nú hans prís eg syngi, tí frælsi, ljós eg fekk.

4. Frælsissongin glaða ei einglar kunnu syngja,
bert tey, ið vóru deyðans, men frígjørd eru nú.
Tey, sum vóru bundin, í trælakorum stødd,
við fagnaði nú syngja og hevja sigursrødd.

FavoriteLoadingGoym tekstin