Fagurt ert tú, fosturlandið

Orð: Jacob Hansen
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Fagurt ert tú, fosturlandið,
tá um kvøld við gyltum brandi
fjallatindur fevndur er,
álvarsamt mót himni peikar,
vónbros undir brúnum leikar,
nú hann kvøldsins krúnu ber.

2. Fagurt ert tú, fosturlandið,
tá ein mjúkur, svalur andi
streymar havinum ífrá;
blíðar heilsur til mín ber hann,
sveimandi um fjallið fer hann,
kyssir blómur foldum á.

3. Fagurt ert tú, fosturlandið,
og tí havi ástarbandið
eg í trúgv fast at tær knýtt;
ynski eg, alt sólin skínur,
tær, at eingin lív títt týnir,
kæra fosturlandið mítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin