Eg fái alt, tað varir um at bíða

Orð: Lina Sandell
Lag: Charles C. Converse, Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg fái alt; tað varir um at bíða
enn eina stund í trúgv og halda vakt;
hvør seint enn tíðin mangan tykist líða,
eg fái alt, sum Harrin hevur sagt.
Um her eg mangt enn eina stund má sakna
og mangan vildi meiri kent og sæð,
ein dag eg skal til fulla skoðan vakna,
og kanska, áður enn eg gruni tað.

2. Eg fái alt – ta hvíld, sum Harrans vinir
av royndum kenna, veik hon mangan er,
tann felagsskap við døtur Guds og synir,
sum mær so mangan longdist eftir her;
eg fái alt – eitt ævigt lív við teimum,
sum eitt í Gudi eru vorðin øll,
tá ið úr hvørjum stað um allan heimin
vit syngja lovsong har í høgu høll.

3. Eg fái alt – tað, sum eg læt av mínum,
alt tað, sum fyri Harran upp eg gav;
hann, sum so eymur syrgir fyri sínum
og lyftir teirra tungu byrðar av,
man hann tá vilja skylda teimum nakað!
Nei, teirra vón hann ikki svíkja kann!
Tey hundraðfalt av hond hans skulu taka
tað, sum í trúgv tey lótu fyri hann.

4. Eg fái alt. So stilla hjartans iva
og ger meg nøgdan, Harri, bert við teg!
Tú, fyri hvørjum hav og vindur biva,
legg niður bylgjurnar, ið hótta meg!
Um tað og tað eg her vil fegin eiga,
og bíðitíðin mangan langlig er,
lat hesa uggan hvønn ein spurning greiða:
Ver stillur bert! Tú fært tað einaferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin