Far, far bert til Harran, tín Gud, tú í bøn

Erik Gustaf Geijer
Orð: Jákup Olsen
Lag 1: Erik Gustaf Geijer
Lag 2: Hallgrim Miðberg
Upprunaheiti: Far bert til Harran

1. Far, far bert til Harran, tín Gud, tú í bøn,
og lít tú hans trúfesti á,
tí aldri hann segði við barnið sítt nei,
sum trúliga ásjón hans sá.
Hann við hin spitalska jú segði: „Eg vil“.
Halt á bert í bønini, tí um eitt bil
hann tær svarar.

2. Hin stóri og ríki og algóði Gud
í orðinum gevur tær vón.
Tí biður í neyð tíni her tú um breyð,
hann gevur tær ei skorpión.
Nei, alt, sum tær tørvar,
hann gevur tær væl
og bøn tíni svarar, við Andanum skal
hann teg fylla.

3. Og verður enn gøtan tær torfør og trong,
so minst: Hann tær stendur við lið.
Og um tú í royndum og vandanum ert,
hans lyfti ber hjartanum frið.
Halt á tí, sum Harrin tær beyð, ja, halt á,
tí eingin, sum trúliga andlit hans sá,
verður svikin.

FavoriteLoadingGoym tekstin