Far góða far

Orð og lag: Petur Mohr Reinert

Tú hyggur at mær
Men eg veit ei hvat tað er tú sær
Eg hyggi at tær
Men eg royni ei at spegla mær
Eg vildi ynskt at alt
Sum lívið tær nú ber
Og kundi tær fortalt
At onki ringt tær sker

Tú skalt ganga egnu leið
Tína út í verð og lívið bjóða av

Hvørt eitt einasta tár
Eg vil goyma til mítt síðsta ár
Og hvørt lítið sár
Enn mær standa í hjartanum klár
Eg veit at lívið alt
Tú kærleika mín fær
Men egnan finna skalt
Sum verður tann hjá tær

Tú skalt fara fræls og frí
Megnað tað tú ger sum vilji tín tær ber
Tað er so gott og trygt
At telja tíni ár
Men angist kennist dygt
Hvør turkar tíni tár

Nú byrjar títt vár
Men tað kennist sum tað var í gjár
So skjótt ganga ár
Øll tey minnið standa mær so klár

Tú gevur meir enn alt
Tað lívið tað tær ber
Títt smíl hvørt skýggið fjalt
So bara sólin sær

Alt tað besta ynski at
Alt tær eydnan ber
Og vinn tú stóru verð

Tú altíð vera skalt
Í tonkum mínum nær
Men beina kós tú halt
Um heima ella fjarð

Eg vil goyma teg hjá mær
Tað mítt hjarta slær
Og ikki gloyma teg
So far góða far

FavoriteLoadingGoym tekstin