Far og ber tað fram til Jesus

Orð: Augusta Wilhelmina Christina von Zweigbergk
Lag: Hart Peace Danks
Týtt: Victor Danielsen

1. Far og ber tað fram til Jesus,
alt tað, sum teg tyngir her,
ber fram tína neyð og pínu,
hvussu kaldur ið tú er!
Alt, tú fyri ongum øðrum,
opinbera vil og kann,
fyri honum kanst tú siga,
eingin skilir teg sum hann.

2. Far og ber tað fram til Jesus,
hvussu lítil trúgv tín er,
tá ið myrkir, tá ið stormar,
og tú krossin tunga ber,
tá ið eginviljin talar,
so hans rødd ei uggar teg,
tó hann gjøgnum stormin rópar:
Óttast ikki, tað er eg!

3. Far og ber tað fram til Jesus,
hvørja gleði, hvørja sorg,
breið út honum alt títt hjarta,
tí har er so trygg ein borg!
Sig, at leiðin her teg troyttar,
at tær leingist heim til hann,
tí í hesum myrka landi
brúður hans ei trívast kann!

FavoriteLoadingGoym tekstin