Far so væl

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Rani Nolsøe

Bundið er mítt kensluspæl
Vovið lætt um teg
Gleðir tú teg eisini
Til at síggja meg
Okkara mjúka ástarband
Røkkur væl um hav
Brosar sum ein kærleikssól
Sum ikki fer í kav

So heimurin skal ongantíð
Bíða eftir tær
Far so væl mín elskaða
Heilsa blómunum frá mær
Okkara mjúka ástarband
Røkkur væl um hav
Brosar sum ein kærleikssól
Sum ikki fer í kav

Úr hjarta mín rennur løkur
Skolar inn til tín
Drekk av honum, sløkk tín tosta
Njót mitt elskhugsvín
Tá kennist gleðin blíð
So lívgandi og nær
Sum ein sólarglæma ið sær

FavoriteLoadingGoym tekstin