Far, verøld, far væl

Orð: Kingo
Týtt: Chr. Matras

Far, verøld, far væl!
Tú nívdi nóg leingi tín knuggandi træl.
Tær byrðar, sum tú hevur grýtt mær á bak,
eg tveiti tær av mær, eg aftur tær rak,
eg skræði meg leysan, nú sál mín er leið
við fáfongd og feigð,
við fáfongd og feigð.

Hvat er so alt tað,
sum skrýðir upp heimin við glógvandi lag?
Tað eru bert skuggar og skínandi gler
tað eru bert bløðrur og glintrandi ker,
tað eru bert ísa-brot, ampar á leið,
ber fáfongd og feigð,
ber fáfongd og feigð.

Og ævi mín her,
sum ljódliga smýgur og sníkjandi fer?
Hvar er her mín stúran, mín leitandi lund,
mín harmur, mín gleði, mín hugsanargrund?
Hvat er her mítt yrki, og møði, eg beið?
Ber fáfongd og feigð,
ber fáfongd og feigð.

O, eyður á fold,
tú avgudur jarðar í skínandi mold,
tú ert tó av veraldar villandi slag,
sum veksur og skerjist og skiftist í lag,
tú ert, tó í heimi tú stórliga steig,
ber fáfongd og feigð,
ber fáfongd og feigð.

Á, heiður, hvat er?
Hvat eru tær krúnur og kransar, tú ber?
Tær øvundar trøllkonur settust á bak,
teg loynliga løstar mangt óvæntað skak!
Tú oftum har snávar, sum annar hann gleið.
Ber fáfongd og feigð,
ber fáfongd og feigð.

Holl-hugi og ást,
tú bráðreisti dreymur sum fallkomin lást,
tú eygnarivs blásari, blakandi ond,
sum túsundtals oygdur mól blindur um lond,
hvat ert tú, so sæst tú á sólar-ljós leið?
Ber fáfongd og feigð,
ber fáfongd og feigð.

Á, lystur í hold’,
sum mangan mann kysti, ið legðist í mold,
títt eldfima tundur, sum neistrar ífrá,
so mangan í ævigu logarnar brá,
tín skál sýnist hunang, men drykkjan er leið,
er fáfongd og feigð,
er fáfongd og feigð.

So far tá, far væl,
mær skal ikki sálini granda títt spæl,
tú villandi verøld, far aftur um døv,
eg søkki teg niður í gloymskunnar grøv,
mær leingist at bøta mítt harmtunga lag
á Ábrahams knæ,
á Ábrahams knæ.

Har ævinnar ár
mær røtast í eilívis dýrdfulla vár,
har skal ikki dagur við sól glíggja í,
og mánin ei marka mær niðu og ný,
har Jesus er sólin á ljómandi stað,
á Ábrahams knæ,
á Ábrahams knæ.

FavoriteLoadingGoym tekstin