Eg fari heim sum fuglurin, ið flýgur

Lag: C.E.F. Weyse, Bentley D. Ackley
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg fari heim sum fuglurin, ið flýgur
mót suðri, tá ið heystið kemur her,
til ljósa pálmastrond úr havi stígur,
alt meðan her bert vetur, kavi er.
Eg fari heim; skjótt Gud mær gevur veingir,
so eg kann lyfta meg frá jørðini
til landið, har ei vetur, kuldi treingir,
at syngja lovsong við teim heiløgu.

2. Á sumri sæst í haga og um strendur
hin stóri fuglaflokkur víða hvar;
teir flúgva glaðir, men tað ofta hendir,
ein byrsa brast, og gleðin úti var.
Men følna urtir, koma heystsins dagar,
so flokkast teir og taka aðra leið,
teir lyfta veingir tá og flúgva, hagar
sum skínur sól, og blómur doyggja ei.

3. So gekst Guds børnum á teim døgum góðu,
tá eydnusólin føgur skein tey á:
Tey vaktu, bóðu ei, og ei tey sóu,
at undir rósu eiturormur lá;
tá gloymdu tey, tey vóru her í vanda,
tá gloymdu tey, at lívið er eitt stríð,
tá gloymdu tey, at himmalrósur standa
á smølu leið, teim hvøssu tornum í.

4. Tá mugu lívsins álvara vit læra
og inn í krossins skúla fara tá;
har lærdu vit á Gud at líta bara,
bert evangelium at byggja á;
tá lærdu vit tað, eingin áður kendi,
at kraft og dygd í okkum ikki er;
vit lærdu, at á okkum brátt er endi,
um náði endaleys ei okkum ber.

5. Tá lærdu vit at síggja, at av góðum
í royndum einki finst á jørðini;
vár sál frá Bábels myrku táraflóðum
seg lyfti sum ein ørn mót sólini.
Ja, í teim køldu heimsins heystarstundum
vit tráa heim ta ljósu strond at sjá,
og ei av gleði, ei av sorgum bundin
til Guds Jerúsalem vit stunda tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin