Fari mín egna veg

Orð og lag: Finnur Koba og Thomas Koba

Eg sigi, sum tað er
Sjálvt um tað fer
At raka beinrakt í teg
Vilt tú heldur hoyra okkurt annað
So er einki at gera við tað
Her er mítt bermannalag

Eitt lag um støðuna í dag
Um at vit øll eru líkaglað
Og vaska hendur í blóð
Róp varskó, áðrenn glóðin er slóknað
Og fræini deyð
Gev mær blóð upp á breyð

Eg fari mín egna veg
Man fara at laga seg
Eg vil heldur hava frið
Tað er eitt verri skil
Tá ið fuglurin fleyg
Bleiv reyvin reyð
Tað er ok
Tað er ok

Legg teg
Legg teg
Í ein dag, tað er alt, sum behøvst
So at regnið,
Regnið
Kann skola burt alt tað, sum er gjørt

Eg fari mín egna veg…

Eg vil heldur hava frið
Vil heldur hava frið
Tað er ok, tað er ok
Eg vil heldur hava frið
Eg vil heldur hava frið
Heldur hava frið

Eg fari mín egna veg…

FavoriteLoadingGoym tekstin