Farin brátt øld er við døgum so mongum

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Opið Guds elskandi hjarta man standa
Viðmerking: Yrktur í samband við seinasta møti í gamla Betesda, 4. mars 2012.

1. Farin brátt øld er við døgum so mongum,
síðani hornsteinur lagdur varð her.
Reistur varð salur í tíðum so trongum,
verkinum lyfti tann hondin, sum ber.
Lítið var liðið, ið saman var savnað,
kvinnur og menn sótu fáment á brík.
Fjálgt tó av Harranum vórðu tey favnað
– um ei í ognum tey tó vóru rík.

2. Kunngjørt varð orðið hitt dýra um náði
sálir at kalla til frelsu og frið.
Tað fyri mong gjørdist signaður skái,
ið funnu lívd sær við frelsarans lið.
Bønir mót hásæti Himmals tey sendu
og fyri signingar lovprís og tøkk.
Samfelag dýrt við hvønn annan tey kendu,
fegnaðust um, at Guds náði tey røkk.

3. Vaks hesin skari av systrum og brøðrum,
trúføst tey tæntu, sum tíðin hon gekk,
til tey av foldini burtur við øðrum
fluttu, tá ein og ein ferðarboð fekk.
Sjónligir varðar í dag standa eftir
reistir í trúfesti, eyðmýkt og trúgv.
Tænarar nýggir – av Harranum settir –
vísa, at orð Guds til Himmals er brúgv.

4. Orðið er hiðani kunngjørt um landið
og út til fjarskotnar oyggjar og lond.
Arbeiðið drívur Guds orð og Guds Andi,
framtíðin liggur í hansara hond.
Máttu vit øll – bæði ung eins og gomul –
savnast í einleika um Harrans borð,
trúføst í verkinum standa øll somul,
tæna við ábyrgd og lýða hans orð.

5. Ikki í bygningum gjørdir við hondum
velur Gud bústað sín foldini á,
men í tað hjarta, ið loyst varð úr bondum,
flutti hann inn og vil standa tí hjá.
Tær vit tí takka, sum grundaði verkið,
og sum gav ávøkst, sum tíð legðist á.
Fram vit tí ferðast og bera títt merki,
til vit í himmalskum bústøðum stá.

FavoriteLoadingGoym tekstin