Farvæl tú breiði vegur, meg aldri meir tú sær

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Farvæl tú breiði vegur, meg aldri meir tú sær;
eg tína gleði kenni væl, hvør innantóm hon var!
Eg beri enn djúp merki og sár av mongum slag,
tað kostaði Guðs Sonar blóð, at frelsa meg ein dag.

2. Farvæl tit gomlu vinir, eg skifti vinalag;
ein annan Vin eg eigi nú, Hann frelsti meg ein dag.
Nú mínar byrðar ber Hann, tók dómin í mín stað,
tað kostaði Guðs Sonar blóð, at frelsa meg ein dag.

3. Farvæl tit rivnu brunnar, ei meir tit lokka her,
tí Lívsins keldu fann eg, hon yvirflóð mær ber.
Har drekki eg hvønn morgun, hvørt kvøld, eg liva man;
at opna hesa Kelduna Guðs Sonar blóð tað rann.

4. Farvæl tit stoltu dreymar um æru, góðs í verð,
tit røkka ikki longur enn til gravarbakkan her.
Til Himmalin eg stevni, har Jesus væntar meg,
tað kostaði Guðs Sonar blóð, at opna henda veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin