Farvæl

Orð og lag: Finnur Jensen/Jóan Petur á Stongunum

Farvæl,
eg takki fyri meg
Nú skal
eg fara mín veg

Út har ið luftin er blá
Tú kemur seinni, tá ið tíðin er røtt
Síggjast tá

Eg veit
Tað nívir teg
Og eg veit
Tað er vónloysi
Men hvat er lívið uttan innihald
Hvat skal eg gera,
tá ið pínan hevur valdið á mær?
Valdið á mær
Pínan hevur valdið á mær
Valdið á mær

Tað er tí, eg rými til himmalin
Tú kemur seinni, tá ið tíðin er røtt
Síggjast tá
Síggjast tá
Síggjast tá

FavoriteLoadingGoym tekstin