Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi

Orð: Rasmus Effersøe
Lag: C.M. Bellman

1. Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi,
svulturin neit nú í mønu og merg,
ørðug var skor yvir blámandi bylgju,
ræsurnar stongdust frá fjalli til berg;
fylgið gav tol, tí tað bilaði ei:
veðurin prúði, tann slóðarin treysti,
kundi sum fyrr øllum vísa á leið,
enn hann við nakkanum bresti.

2. Slóðarin bjóst tó til ótols umsíðir,
fúsur hann var til at bróta sær veg,
oman hann tráar til grønskandi líðir:
“Fylgi mítt, kom nú og ger so sum eg!”
Oman fór alt á ta glerstoyttu skor;
rásin tó ikki gav kleyvunum festi,
samfelt fór alt so í smildur og sor,
týndist sum slóðarin treysti.

3. Mangir av monnum sum fjalladalsfylgið
líta á stórdýr so prúð og so klók,
enda sum tað undir brimsøltu bylgju,
hava ei tol til at svølta á rók.
Summi tey durva og falla í fátt
millum tey stóru og ríku í gørðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.

4. Elt ikki altíð, sum fyri er slóðað;
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav,
maður skal smíðja sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast á leið;
ofta í vanda tó vinirnir tróta;
tann sum vil framá, hann gloymi tí ei
sjálvur sær slóðir at bróta.

FavoriteLoadingGoym tekstin