Fedranna kirkja í Føroya tjóð

Orð: J.A. Eklund
Lag: Hans Arvesen
Týtt: G. Bruun

1. Fedranna kirkja í Føroya tjóð,
fjálgasta friðskjól á foldum!
Víða hon fevnir um land og sjó,
fast er hon ísett, tí Harrin hjó
hana í klett undir moldum.

2. Halgað úr forðum var Føroya land,
sól frá Guðs ásjón á skygdi,
knørrirnir bóru Grím Kamban á sand,
har sum Guðs náð hevði veingir tant,
keltiskir kristmenn í bygdu.

3. Heidnir av norrøna manna ætt,
hildarmenn harðir í víggi,
hoyrdu av Sigmundi vitni satt,
fingu frá Ólavi kristnan rætt,
vandust í biskupa býggi.

4. Alt fekk sær vígslu á kirkjugrund,
brúðgóms og brúðar hans heiti,
børn, sum tey bóru til doypifunt,
gomul, sum sigldu um deyðans sund
seinastu ferð út um leiti.

5. Útróðrarbátarnir tóku ferð
vígdir av heilagum sangi,
átrúni halgaði manna gerð,
menti væl skipsmanna mikla her,
uggaði einkjanna meingi.

6. Betur hon lívdi enn gamalt grót,
kirkjan á nesi og tanga,
syndarum veitti hon sálarbót,
gívrum og huldum hon vardi ímót,
verjir enn móti tí ranga.

7. Føgur var fjøldin, ið forðum fann
frelsu í fedranna kirkju,
nú kemur framtíðin okkum ann,
kristnaður ungdómur einans kann
vera vár vón og várt virki.

8. Frelsarin kallar sítt fólk á fund,
skrýtt á hans herstevnudegi,
kallar tað fram, eins og morgunstund
døggina kallar úr fjallagrund,
viligt og vápnað og fegið.

9. Fylkist nú fólk um hans borg og tjøld,
tjóðina verjið í vanda,
latið her berast øld eftir øld
boð millum Drottin og manna fjøld,
alt meðan fjøllini standa.

FavoriteLoadingGoym tekstin