Fedranna trúgv – o sterka vár

Orð: Frederick William Faber
Lag: Henri Frederick Hemy
Týtt: Edmund í Garði

1. Fedranna trúgv – o sterka vár,
sigrandi gjøgnum sakn og sár,
syngjandi gjøgnum bál og brand,
altíð á leið til lívsins land.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

2. Fjøtraðir innan fongsilsgrind –
lovsongur barst um hægsta tind.
Vøkur var leið í tykkar slóð,
um vit av krossi gjørdust móð.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv!

3. Fedranna trúgv, Guðs kongamakt
fær einaferð við trónu lagt
stríðandi ætt av spjaddu rót,
sameind til eitt við krossins fót.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

4. Fedranna trúgv – o ríka heyst:
túsundtals tungur – ein lovsongsreyst.
Vit vilja gloyma slit og stríð,
syngja um Guð um alla tíð.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin