Fegnast, tú jørð, rek myrkrið út

Isaac Watts
Orð: Isaac Watts
Lag: Georg Friedrich Händel
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Fegnast, tú jørð, rek myrkrið út,
lat flýggja sorg og sút.
Áh, stóra, djúpa kærleikshav:
Gud okkum egna Son sín gav.
Gud egna Son sín gav,
Gud egna Son sín gav.
Ja, stóra, djúpa kærleikshav.

2. Fegnast, tú jørð, tín fagnaðarsong
lat hevja upp tín Kong.
Nú bø og líð og fjall og dal,
ja, alt hitt skapta uttan tal
lat syngja fagnaðarsong,
lat syngja fagnaðarsong,
ja, syngja, jørð, tín fagnaðarsong.

3. Fegnast, tú jørð, ger høgt hans navn,
lat honum upp tín favn.
Gev rúm í hvørjum hjarta sær,
breið út hans heiður fjart og nær.
Ger høgt hans dýra navn,
ger høgt hans dýra navn.
Breið út hans heiður fjart og nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin