Fekk eg talt øll tey tár, ið her falla

Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Tears will never stain the streets

1. Fekk eg talt øll tey tár, ið her falla,
tey sum havið mær tykst høvdu tá,
og kundi eg inn í onnur hjørtu skoðað,
mong bløðandi sár mítt eyga sá.

Niðurlag: Í himmalheiminum ei tár skulu renna,
angist av deyða ei verður har,
pínu og møði og sakn skal eingin kenna,
aldri sorg har nakar aftur kenna fær.

2. Einki menniskja finst uttan byrðar,
ei finst andlit, ei merkt er av sorg.
men eitt er landið, har plágur ikki finnast,
har sangur og gleði er um torg.

3. Saknar tú onkran vin, ið er farin,
og so tómt kennist lívið hvønn dag,
tá minst, í gleði tit aftur skulu møtast
og heilsast í ljósins fagra stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin