Ferðast Jesu navni í

Orð: Helga Ingebrigtsen
Lag: Trygve Skallerud
Týtt úr donskum: Jukim Olsen
Upprunaheiti: Gå omkring i Jesu navn

1. Ferðast Jesu navni í,
hjálpt og troystað, stillað stríð,
uggað tey, ið sorgin tærir,
linna veitt, har pínan særir,
stillisliga fram so hildið
– tað var tað, eg fegin vildi.

2. Glett hvønn ein, ið sorgir ber,
heimleys lívgað, uggað her,
teimum hjálpt, ið sakna, treingja,
opnað dyr, har sorgir steingja,
stillisliga fram so hildið
– tað var tað, eg fegin vildi.

3. Kærleiki væl finnur ráð,
Gud vil hjálpa, lít hann á.
Gleðst eg vildi við tí káta
og felt tár við teim, ið gráta,
stillisliga fram so hildið
– tað var tað, eg fegin vildi.

4. Vegin víst til himmalhavn,
í Guds Faðirs opna favn,
har, sum gleðin ber av øllum,
sum ei finst í heimsins høllum,
stillisliga fram so hildið
– tað var tað, eg fegin vildi.

FavoriteLoadingGoym tekstin