Eg ferðist við Gudi

Orð og lag: Redd Harper
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg ferðist við Gudi,
bert eitt stig í senn.
Í kærleika hans, tó í heiminum enn.
Hví hugsa um morgin?
Liv tú bert í dag.
Við Gudi hvønn dag geri eg ferðalag.

2. Mín vegur er smalur,
men heimá hann ber,
í Jesusar skugga, hvør ótti burt fer.
Mín andi, hann mennist,
hvønn dag, hvørja stund,
tí Jesus meg leiðir til heimlandsins fund.

FavoriteLoadingGoym tekstin