Fikutræ í garð varð plantað

Orð: Levi Joensen
Lag: James McGranahan

1. Fikutræ í garð varð plantað,
vón um nógvan ávøkst var;
men hvør vónleyst var at leita,
onga frukt tað træið bar.

Niðurlag: „Trý ár eri eg nú komin,
men ei nakran ávøkst sá.
Høgg tað niður, høgg tað niður!
Hví skal nyttuleyst tað stá?“

2. Men hin góði víngarðsmaður
biður um at spara tað:
„Lat tað standa hetta árið!“
Tolin, eyðmjúkur hann bað.

3. „Eg vil grava, væl tað taða,
gera við tað, alt eg kann;
kanska tað vil ávøkst bera,
meðan árið líða man.

4. Men um tú ei ávøkst finnur,
niður tú tað høgga kann.“
Harrin nú tær bjóðar lívið.
Sál, tak móti tí, hann vann.

5. Nú er nýggjár – hevur Harrin
funnið nakra frukt hjá tær,
ella vil hann høgga træið,
tí tú ongan ávøkst bar?

6. Enn er lív og kraft at fáa
fyri hvønn, sum á hann trýr.
Tak tú tí ímóti honum,
og tær ognast frelsan dýr.

FavoriteLoadingGoym tekstin