Fimtan ár

Orð: Gunnar Hoydal
Lag: Annika Hoydal og fleiri
Viðmerking: Yrktur til studentakabarettina á ólavsøku í 1966.

1. Tá eg var fjúrtan, fór okkurt í mær at kitla,
tað var, sum goymdi mín kjóli ein skatt.
Vildi eg vita, so kom alt tað heita, villa,
um mínar fingrar tók eldurin fatt.

Niðurlag: Men knappliga hoyrdi eg mammusa rødd:
“Alt tað, sum kitlar, tað veitst tú er ljótt.”

2. Vakti meg sólin og tók undir hvíta lakið,
tá fór at mala hvørt hár um mín kropp.
Alt undir húðini loysnaði, alt lá nakið,
morgunin átti mín dúnuta sopp.

3. Sá eg í speglinum út yvir mínar lagdir,
var tað, sum gleðin meg lyfti uppfrá.
Dandandi mýrur og heiðar úr svøvni vaktir,
túgvurnar lótu seg upp, sum eg sá.

4. Tók hann meg heim við sær, hann sjálvur, sum eg kenni,
hendi tað, klæðini gjørdust ov trong.
Knøðini blotnaðu, frá tí hann loysti spennið,
leiddi meg trilvandi í sína song.

5. Eg fylli sekstan, men enn kitlar líka illa,
ljótt er, eg veit, at tað bóltar so rút;
men tá í innasta kviðinum fer at rilla,
beint áðrenn vitið og skil skolar út.

Niðurlag: Tá teski eg : “Mamma, hoyr svara mær skjótt,
Sig, hví er bara tað ljóta so søtt?”

FavoriteLoadingGoym tekstin