Fingrarnir hanga fastir

Fingrarnir hanga fastir í hondunum,
hendurnar hanga fastar í albogunum,
albogarnir hanga fastir í akslunum,
soleiðis eru vit gjørd.

Niðurlag: Teir liðir, teir liðir, teir góðu liðir,
teir liðir, teir liðir, teir góðu liðir,
teir liðir, teir liðir, teir góðu liðir,
soleiðis eru vit gjørd.

Tærnar hanga fastar í fótunum,
føturnir hanga fastir í beinunum,
beinini hanga føst í mjadnunum,
soleiðis eru vit gjørd.

Nøsin hongur føst í pannuni,
pannan hongur føst í høvdinum,
høvdið hongur fast í nakkanum,
soleiðis eru vit gjørd.

FavoriteLoadingGoym tekstin