Finn tey fortaptu, leita upp lambið

Orð og lag: William Augustine Ogden
Týtt: Jukim Olsen og Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Seeking the lost

1. Finn tey fortaptu, leita upp lambið,
sum gongur vilst á fjøllum í dag.
„Komið til mín!“ nú Frelsarin bønar
– breið hetta út frá stað og til stað.

Niðurlag: Far nú avstað um fjøll og fløtur,
vís hinum vilstu beina leið.
Før tey til hann, hin góða Hirðan,
sum fyri tey í deyðan steig.

2. Finn tey fortaptu, peika á Jesus,
sálum so sjúkum, saknandi frið.
Vís teimum greitt hin æviga vegin,
styðja tey heimá stig fyri stig.

3. Fagrir á fjøllum føturnir eru,
sum góðan boðskap bera í dag,
styrkja tey veiku, reisa tey falnu,
gera í sorg tey líðandi glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin