Finst enn kraft í tí Keldu av blóð

Orð og lag: Erland Richter
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Finst enn kraft í tí Keldu av blóð,
sama kraft, sum í svunnari tíð,
sum kann tváa meg reinan frá synd,
sum kann geva mær syndara frið?

:,:Enn finst kraft, enn finst kraft,
enn finst kraft í tí Keldu av blóð!:,:

2. Finst enn kraft, – sama kraftin sum fyrr,
til at lyfta ta ivandi sál?
Ella er henda kraft fjarða út,
og er blóðkeldan tornað í dag?

3. Finst enn kraft fyri doyggjandi sál,
sum kann reinsa og grøða hvørt sár?
Finst hon enn? O, mær sig, finst hon enn,
sama kraft, sum í svunnari tíð?

4. Víst finst kraft í tí Keldu av blóð,
sum fyrr fanst fyri einhvønn sum kom!
Um tú vilt blíva reinsaður nú,
ei tú óhjálptur skalt venda um.

FavoriteLoadingGoym tekstin