Firvaldurin

Orð: Henrik Wergeland
Lag: Carl-Bertil Agnestig
Týtt úr norskum: Andreas Andreasen

1. Hin lítli fitti firvaldur
er flogin úr Guds hond,
hann hevur gyltar ringar
og føgur silkibond.

2. Nú flýgur lítli firvaldur
høgt upp í kláran dag,
teir føgru litir lýsa
so bjart við sólarlag.

3. Og eingin kongur, einki fólk
um ríki øll og lond
kann gera lítla firvaldin,
hann flýgur úr Guds hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin