Fischer, ver vælkomin heim til tín stað

Orð og lag: Ókendur
Viðmerking: Yrktur undir læknastríðnum í Klaksvík.

1. Fischer, ver vælkomin heim til tín stað,
til fólkið, ið tú bardist fyri!
Vit vænta ein betri, ein ljósari dag,
eitt stýri við nógv størri virði.

2. Fischer, ver vælkomin, ver heiðraður her!
Tín heimbygd teg fagnar við gleði,
tú virdur vart høgt, men nógv meira vit nú
teg virða á framtíðardegi.

3. Fischer, ver vælkomin! Vit fagna teg øll,
tey smáu so væl sum tey stóru.
Títt minni vit goyma í allari tíð
og ei gloyma dagar, ið fóru.

4. Skrivast skal títt minni í Norðoya bók
um órættin stóra, teir gjørdu,
so ættirnar komandi gloyma ei tað,
at stýrið í fongsil teg førdi.

5. Hetta skrivast skal inn í Norðoya berg
– so satt, sum teir klettarnir halda –
við jarngrifli, meitli so fast høggast inn,
at hetta var Landsstýris valdið.

6. Fischer, ver vælkomin heim til tín stað,
til fólkið, ið saknað teg hevur,
til vinirnar trúgvu, til heimið tær kært
og alt tað, ið Harrin tær gevur!

FavoriteLoadingGoym tekstin