Fiskurin bítur

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Fólkalag
Lag 2: Eina so vil eg vísuna kvøða

1. Fiskurin bítur,
nú nýtast raskar hendur,
royni seg nú tann, ið eigur nakran mátt;
stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir,
eydnan á útróðri skiftir ofta brátt.
Nýt hesa stund:
egn teg við skund,
lat so renna niður, til loddið er á grund.

2. Kvikhentur maður, meðan snørið man renna,
sløgir og foragn og beitur sær sker;
ræsir og heintar – og toskur er at kenna,
bregður væl við, so hann ongulfastur er.
Liðmjúkan arm,
sveittan í barm;
grenjar í tolli, men ongan annan larm.

3. Fýra eru á. O, vælsignaða fløkja!
Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.
Stendur illa í? So mást tú teir krøkja;
høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.
Syft teir inn um stokk,
gev teimum á knokk,
slagbeit og greið so, tí kurlað er tað nokk.

4. Blankur sum messing og feitur og rundur,
nýkomin fiskur av fagrasta slag;
royna vit mugu at halga hann uppundir;
fæst hann at elta, so draga vit í dag
mangan góðan drátt,
fylla bátin brátt,
damla so heim eftir innskotum í nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin