Fjakkarin og ferðin

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Aldurnar bróta niðan á klettin,
her havi eg skrivað títt navn,
í huganum sigli eg heimsin høv,
eg fari og komi í havn.
Skip mítt er lastað við vónum
og vilja at koma íkring,
í roða og undir stjørnum
út í ein sjónarring.

Vilt tú við mær sum fjakkari fara
upp um tey brøttu fjøll:
o kenn á tær, at vindarnir svala
sólturran heið og vøll,
valla og villast á víddum
finna í gjáir og gil,
har ekkóið svarar, rópa vit,
tað er gott, at vit eru til.

Syng, góða, syng sum fuglarnir fríu,
sum flúgva til fremmand lond,
liv, góða, liv, meðan tú hevur
eydnuna í tíni hond.

Saman skulu vit bera ein kyndil
ígjøgnum ta myrku nátt
og stevna inn í dagin
við seglum, sum veitra hátt,
tak meg við tær, set meg av,
legg skútuna fyri teym,
tá tíð er at kasta akker
og reka inn í dreym.

Eg elski havið og brúsandi ljóð,
tað landið, sum ognaðist mær,
eg elski teg, tí tú so góð,
eg elski at elskast við tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin