Fjal ikki andlit títt fyri mær, Harri

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Fjal ikki andlit títt fyri mær, Harri,
troysta meg, signa meg, kom tú mær nærri!
Áh, tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari,
kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

2. Enn eg í heiminum freistaður verði,
her eg ein gestur og fremmandur eri;
áh, tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari,
kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

3. Tráandi eyga mítt hagar sær vendir,
har sum hin ævigi staðurin stendur;
áh, tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari,
kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

4. Meðan tú bíðar, tú hjarta mítt varði,
so eg í gleði og sorgum teg æri!
Áh, tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari,
kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

FavoriteLoadingGoym tekstin