Fjaldur í frelsuni eg

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

Fjaldur í frelsuni eg
eigi nú frið, Gud, við teg,
grøðing í Jesusi fann,
standa við kraft hans eg kann.

Niðurlag:
Trúgvin teg sær
altíð hjá mær,
øll míni bond
loysti tín hond;
náði og frið,
kærleik tín við
tú veitir, og kraft til hvørt stig.

Sekur til deyða eg var;
tó mínar syndir hann bar,
skuldina burt tók hans blóð,
deyðan hann vann og upp stóð.

Gjøgnum sín uppreisnarmátt
veitti hann lív og alt gott,
sigurin ævigt er mín,
við tað tú tókst meg til tín.

Lívsæla hvíld hetta ber:
Jesus mín lutur nú er;
sál mín í ævirnar sæl
lova hans navni nú skal.

Á hini himmalsku strond
skal eg við hørpu í hond
lovsong fram bera og tá
øll hini frelstu har sjá.

Harri, eg gleðist til tað:
Skjótt tú nú kemur ein dag,
tekur tey blóðkeyptu øll
heim í ta himmalsku høll.

FavoriteLoadingGoym tekstin