Fjálg eins og fleyrið á sumri

Orð: Mrs. J.I. McClelland
Lag: Septimus Winner
Týtt: Líggjas á Váli

1. Fjálg eins og fleyrið á sumri,
frísk eins og døgg morgunstund,
Jesusar rødd kemur til mín,
styrkir meg – løtt gerst mín lund.
Myrkrið má víkja, og sólin
skínur, har hann kemur inn.
Lívganarstundir av Himli
styrkja mítt hjarta og sinn.

Niðurlag:
Lívgandi vón,
eins og einglanna songur.
Kærleiki tín
søtur tónleikur er.

2. Songurin um fyrigeving
eymt hoyrist í míni sál.
Jesus vann sigur á krossi,
har tømdi hann mína skál,
teskar, at hann vil meg leiða
og míni bøn svara skal.
Dýri og signaði Jesus,
takk, at tú alt gjørdi væl!

3. Vónin er akker, ið heldur
trygt, tá ið ódn herja kann.
Vón hevur reinsandi virkan
gjøgnum tað blóð, sum meg vann.
Lívsæla vón, at hann kemur,
orð hans ber lyfti um tað.
Lat okkum vakja, so vit ei
standa til skammar tann dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin