Fjallatussin spenti føtur

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Ja, vi elsker dette landet
Viðmerking: Yrktur tá føroyingafelagsmenn gjørdu politiska stevnuskrá sína til fólkatingsvalið í 1901.

1. Fjallatussin spenti føtur,
setti á og dró,
royndi Atlants bláu gøtur,
upp um beltið vóð,
vildi oyggjum várum vika,
hin mikla klettamúr,
men hann fekk tær ei at skrika,
summum skrædnaði úr.

2. Armóð, svongd og aðrar trongdir
nívdu tá á teim
sum ein bláúr fossur, sprongdur
yvir heitan eim.
Ikki fekst tað tó at kólna,
Noregs blóðið balt;
enn var ikki landið følnað,
ei fekst øskukalt.

3. Dvørgamál í fjøllum inni
kvað so fagurt lag:
Aftur enn á einum sinni
sæst á bjartan dag;
risin gat ei sigur vunnið,
armóð fell í fátt.
Nú á beina leið er funnið;
takið upp annan tátt!

4. Skortaberg til fjals og strendur
er tess alvæl vert,
at vit taka saman hendur,
halda fast og sterkt
um tað heimið, okkum aldi
upp til vaksið fólk,
vit á risum bera valdið,
fylkja allir seg í bólk.

5. Máttloysi má líka víkja,
nívan tess so tung
skal her ikki longur ríkja,
nú gerst megin ung;
Føroyar eiga reystar dreingir,
megnarkvinnur við;
ikki hokna akslastreingir,
roynist oyggjalið.

FavoriteLoadingGoym tekstin