Fjallprúða heim

Rasmus Christoffer Effersøe
Orð: Rasmus Effersøe
Lag: J.E. Nordblom

1. Fjallprúða heim:
treystligt tú stígur úr havi,
treystligt við sól og við glaðu;
harðlenda heim!

2. Fornfríða land:
onkuntíð bragdaði “slagið”,
eftir kom trælabands lagið;
nónskýmda land!

3. Brimbarda land:
synir og døtur tú átti,
lógu við ótta í smáttu;
stormharða land!

4. Roykir og sót
fjaldu tær synir og døtur,
tey bóru spjarrar og bøtur;
seint fekst tú bót!

5. Fjallbygda land:
illa tú legðist í dvala;
aftur tó hanarnir gala;
søgnríka land!

6. Fátæka land:
ognir man havið tær bjóða,
tú eigur systrina góða;
havgyrda land!

7. Ríkt er títt hav,
gevur tær treysti og megi,
veldur tær sorgir og gleði;
fongríka hav!

8. Fátæka fólk:
lítið tú virðist av monnum,
hevur enn ilt fyri tonnum;
nýfødda fólk!

9. Fámenta fólk:
fylkist tú øksl móti økslum,
tá gerst tær stálkynt í jøkslum,
sameinda fólk!

FavoriteLoadingGoym tekstin