Fjart frá tær

Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard

Fjart frá tær eri eg staddur.
Fremmant er hvørt fjall, hvør skor.
Gleði meg bert til at koma aftur,
einsligt lívið nú er her umborð.

Telji hvønn ein dag, hvønn ein tíma
til vit aftur sigla inn.
Kyssa skal eg gentu mína,
sjálvt um tú so mann spæla svinn.

Tí eg veit, at tú meg elskar.
Tíni brøv, – mær, tey siga alt.
Millum reglurnar tú teskar:
Altíð mín tú vera skalt.

Skiparin nú gevur boðið:
So er klárt at sigla heim!
Leið nú vísir morgunroðin
heim til sælan ástargleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin