Fjart í sál míni spælir eitt yndisligt lag

Orð: Warren D. Cornell
Lag: W. George Cooper
Týtt: Arnfinnur Setberg

1. Fjart í sál míni spælir eitt yndisligt lag,
søtt sum sálmur og sitaraljóð,
og sum himmalsku vøtn tað ótømandi er –
eins og endaleys silvitnisró.

Niðurlag: Frið, frið, lívsælan frið,
tú, áh, Faðir úr erva mær gav.
Um ævirnar sál mína fyll – biði eg –
títt kærleikans botnleysa hav.

2. Áh, teir ríkdómsins skattir, tann friður mær gav,
og eitt skjól, sum er sál míni í,
sum er sterkt, so ei makt burtur ríva tað kann –
trygt tað stendur um æviga tíð.

3. Í tí lívsæla friði eg hvíli í dag.
Eg í varðveitslu Jesu meg gav,
eri vardur frá vanda á degi og nátt,
av hans dýrd flýtur steyp mítt útav.

4. Og eg hugsi, tá komin til friðarins stað,
har eg friðarins upphav skal sjá,
at tann fagnaðarsongur, ið frelst syngja har,
allan Himmalin fylla skal tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin