Fjart út um himmalhválvið

Orð: Augusta Lønborg
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Fjart út um himmalhválvið, Fjarri enn sólin sær,
Hægri enn stjørnur tindra, Har kall títt og bøn tín nær.
Andin úr jarðarbýli Hevjar sítt veingjapar,
Bankar á himmalportrið Og søkjir sín Faðir har.

2.Trong er hin víða verøld, Stutt røkkur vinarhond,
Eina á himmalhæddum Fær hvílu tín troytta ond.
Dimmasta nátt skal lætta, Linna tín sorg so drúgv,
Bert tú í trúgv vilt stíga Um himmalsins bønarbrúgv.

3.Armasta barn, ið biður, Livir sítt lív so trygt,
Megnar nógv meir enn hetjan, ið borgina hevur bygt.
À, tú sum suffar, biður, Minst, hvat enn níva má:
Inn at Guds egna hjarta, Øll suff, allar bønir ná.