Fjøtraður í trælabondum fyri Fárao eg sleit

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Fjøtraður í trælabondum fyri Fárao eg sleit,
men “Kom út!” á meg Guð rópti og á lyfti Hans eg leit;
helt avstað mót Kána’ans landi, har Guð goymt mær hevði arv,
og eg sá at herur Fárao’s í Reyðahavið hvarv!

Niðurlag: Aldri, aldri, aldri aftur skal meg náa Fárao’s hond,
allar ævir brotin eru syndarinnar ok og bond;
trælahúsið gloymt eg havi, trælalívið horvið er,
Andans sálarbótartíðir meg mót Andans hæddum ber!

2. Takk og lov og prís eg syngi, tí at hond Guðs til mín rakk,
Hann í vínhúsið meg leiddi, eg av Andans víni drakk!
Og eg grivin varð við Kristus’, men víst reistur upp eg varð,
og eg upplivdi, at tann sum hetta ger, hann sigur fær!

3. Eg í Kristusi nú livi, einki steðga mær nú kann,
ei í tóma luft eg slái, nei, eg byggi bert á Hann;
fram við lovsongi eg stevni, hjartað fylt við frøi er,
sum ein Andans pílagrímur sett eg havi mína ferð.

4. Hví vilt fátækur tú ganga uttan sigur, uttan kraft?
Hoyr, “Kom út!” á teg Guð kallar, slít nú av tær Fárao’s haft!
Sig farvæl til alt sum ikki grundað er á Harrans Orð,
Fárao’s vín og kryddaríir kvikur blaka fyri borð!

Niðurlag: Aldri, aldri, aldri aftur skal teg náa Fárao’s hond,
allar ævir brotin vera syndarinnar ok og bond!
Trælahúsið gloyma skalt tú, trælalívið hvørvur, fer,
Andans sálarbótartíðir teg mót Andans hæddum ber!

5. Lat teg í Guðs fullu herklæði, tí leiðin hon er trong,
sí, á Gilboa av ólýdni nú fallin liggja mong!
Finn fram lovsongskappan, blaka frá tær hesi heimsins ting,
gakk ímóti mótfalsandunum, av sál og hjarta syng:

FavoriteLoadingGoym tekstin