Flag

Orð: Lív í Baianstovu
Lag: Jóan Petur Andreasen

Glæman frá kertuni speglast í rútinum,
eg siti í stovuni og hyggi út.
Havið er so nær við og tað skyggir inn,
– ljósdansur av aldum eftir loftinum.

Tónleikur berst fyri mær
eins og tá tú var her,
skapti aðra verð, ið var heit og von
– hví fór hon.

Nú tyrpist náttin um meg
tó balla veingir seg
um mína lon og eg kenni ein feril av frið’ –
hjarta mítt lyftist, sýtir at støðga,
men flýgur burt til tín
– hoyrir tút tað í suðinum.

Undarligt, men hóast dreymur mín horvin er
– farin undir flag, so misti hann eitt fræ.
Kann henda, um nú sól vermir tað,
veksur upp eitt geymatræ.

Geymatræ: eitt træ við gimsteinum, ið finnast sum symbolskt tilfar í tí ótilvitaða. Sigur frá sterkum, reinum og vøkrum dreymum (yrkjarans frágreiðing).

FavoriteLoadingGoym tekstin