Fleyggj

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Johan Peter Emilius Hartmann
Lag 2: Hvør situr aftan skjólið

1. Eg sat á urðargróti
ein fagran summardag,
tí bjørtu sól ímóti
seg lyfti hvørt eitt blað.
Ei nakað sinnið tyngdi;
øll verðin tyktist glað.
Hin vangagrái ringdi,
hann hevði fullgott lag.

2. Alt tykist til tað besta
í dag at laga seg,
á landi av tí mesta,
og lotið rættan veg.
Teir sótu bringubrattir
og ristu nev so reyð;
teir taktu sjógvin tættir,
og mest var ungt, ið fleyg.

3. Mín stong er tung at syfta,
tó heldur long enn stutt;
so lætt hon er at lyfta,
og sterkt er netið rutt.
Á armarnar eg líti,
teir tola væl ein brest.
Og veðrur mín hin hvíti
mær hornið gav í heyst.

4. Lat sildberarnar fara,
so svøltar pisan ei.
Ein gamal! Hann man varða
so væl um sína leið;
og letur bert ein fingur,
so gjølla hann tað sær;
hann snúgvar sær so kringur
og kemur ikki nær.

5. Har fer ein vangagráur,
og hann eg hava vil,
ei er at vera bráður,
men heppin sláa til.
Nú! nú er stund at taka hann
– halt ikki um ov fast.
Jú; rætt eg mundi raka hann
– hann mitt í meskar brast.

6. At neta og at venda
er gjørt í somu stund,
so stongina inn henda
og taka úr við skund
og kippa ella snara
og leggja út so brátt;
tí mangur man nú fara,
sum væl eg kundi nátt.

7. Ein lomvigi! Hin rádni,
kom bara nakað nær!
í kósini við hornið
har rúm er fyri tær;
har fløkir tú teg fastan
og krøkir, sum tú vilt.
Óreint! Eg røkk tær næstan.
Og næstan er jú spilt.

8. Tó fjákut er at knarra,
um onkun skeivt eg sló.
Hoyr, hvat teir gomlu karra,
og pisan svarar fró.
Hygg, hvussu øll natúrin
seg kennir frísk og frí,
frá kópum lægst við flúrin
til nátar hægst í ský.

9. Ja, stuttligt er at byggja,
har fuglur heldur til.
Og teir, sum heima liggja,
ei kenna teir tann yl,
ta trá, ið mannin dregur
at stíga trongstu spor,
tann gleim, tað dreingjum gevur
at síga longst í skor.

FavoriteLoadingGoym tekstin