Fljóð mítt bjarta

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hanus G. Johansen

1. Fljóð mítt bjarta
við mítt hjarta,
við mítt hjarta, tú verm meg væl.
Á tínum armi,
æðudúnsbarmi,
himnanna ríkið mítt vera skal.
Hjørtu bæði elskhugskvæði
– himnalagið –
tá syngja sæl.

2. Eg skal varða,
góða, kæra,
góða, kæra, øll minni væl,
um hvørja løtu
skattur mín søti,
alskhugans signaða eydnuspæl.
Um teg droyma
aldri gloyma,
altíð goyma títt minni væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin