Fløskubumsurin

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg vakni upp og eri púra desperat eftir eini øl ella eftir einum sjussi.
Nú má eg heldur ringja mær eftir einum bussi.
So eg kann fara at keypa inn. Tíggju øl og tríggjar gin.
Áðrenn tey í Rúsuni nokta mær inn.

Eg var skipari á eini slupp, men nú havi eg drukkið alt upp.
Og familjan, hon er langt síðani flutt.

Tá var eg maðurin í húsinum, og makkaði tú ikki rætt, so fekst tú undir vangan.
Í songini lá eg dagin langan.

Eg havi ilt í øllum kroppinum, og læknin hevur givið mær Pencilin.
Tá ið einki er at drekka, fari eg oman í Statoil at keypa mær bensin.
Eg taki eina kodymagnyl og svølgi hana afturvið.
Tá fái eg rúsin aftur sum vin.

Tá eg drekki, er tað við maner, til eg skíti og mýði í buks.
Nei, her skal eingin bestemma yvir mær.
Tá eg liggi deyður ein dag, kunnu tey blaka meg á Velbastað,
tí størri drukkenbolt hava tey ei sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin