Fløvandi vón

Heri Nolsøe
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jógvan Olsen

Á veg inn í hugans heim
vit fara á ferð,
úr regnvátu tokuni her,
mót ljósari tíðum tað ber.

Spælir ein viknað vón,
sítt sorgblíða lag,
hoyrist sum teskandi ljóð
eitt spírandi dansandi fræ.

Ein fløvandi vón
nú spírar fram.
Ein bjartari tíð,
nú lýsnar tað í.

Máttloysið kveistrað burt,
morgunsól blíð,
litirnir frískaðir upp,
líðin og fjøllini fríð.

Vindurin strýkur avstað,
fýkur um tind,
havið tað skyggir so blankt,
ein vøkur alføgur mynd.

Ein fløvandi vón
nú spírar fram.
Ein bjartari tíð,
nú lýsnar tað í.

FavoriteLoadingGoym tekstin