Flúgvandi hollendarin

Anker Eli Petersen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Hjalti Joensen og Kaj Johannesen

Harðar ódnir runda kappan í kvøld,
hvirlur hvína millum stabbar og grót.
Villar glaður vinda sjórok upp í loft
øsa havaldur, ið krevja mannablót.

Undir havsbrúnni, ið liggur tung og grá
vindur gamla dreygaskútan seglini í rá.

Kaldar hendur knúgva stokkar og tog,
svarta skútan strýkur sjóleys framvið.
Myrkir skuggar slota út í tóman heim,
troytta manningin, ið aldrin finnur frið.

Fram ígjøgnum myrkrið, fer eitt glatað skuggafar,
tómar eygnaholur stara beint ímóti mær.

Skræddar fokkur spenna reiðið á tamb,
skipið reikar um, frá havi til hav.
Vilstir sjómenn taka aftur eitt tørn,
bundnir av tí lyftinum, sum hollendarin gav.

Teir leingast eftir hvíluni, at rógva inn á sand,
teir stevna móti vónini, men vinna aldrin land.

FavoriteLoadingGoym tekstin