Føgru, ljósu barndómsdagar

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Silver threads among the gold/Hart Pease Danks

Føgru, ljósu barndómsdagar
svunnu fyri tíðartonn;
barndómsleikur, løtur glaðar,
spæl í á og kavafonn.
Barndómsheimið fylt við friði,
barnsins fjálga, trygga havn;
friður Guðs hin ævinligi
bygdi tað á Jesu Navn.

Okkum faðir lærdi æra
næstan, føðilandið, Guð;
okkum móðir lærdi varða
hjartað reint sum halgan lut.
Nú tey bæði eru farin,
sova tolin undir flag,
eftir tey tó stendur varðin
– ævinleikans kelduvað.

Sólin enn í dag man skína
yvir teig og barndómslíð,
inn um hugans gátt man trína
enn við barndómsminnum blíð.
Faðirhondin, sum meg leiddi,
kennist enn so føst og heit;
móðir eym frá Honum greiddi
í hvørs hond hon okkum leit.

FavoriteLoadingGoym tekstin