Føgur var náttin við blaktrandi stjørnum í forðum

Orð: Louis Zachariassen
Lag: Henrik Ring

Føgur var náttin
við blaktrandi stjørnum í forðum,
tá ið vár Jesus, Guðs sonur,
í heimin varð borin.
Víða um heim
boðini bórust við gleim:
Guð sjálvur maður er vorðin.

So hoyrdu seyðamenn
eingilin syngjandi røða:
«Føddur í dag er ein frelsari
tykkum at grøða!»
Tøkk havi Guð!
Stóran hann gjørdi mín lut,
sál mín í sælu man kvøða.

Søgn var um kongin hin stóra,
á fold skuldi valda,
tí mundu vísmenn við gleði
frá heiminum halda.
Stjørnan sum tvær
vegin til Betlehem bar;
har funnu kong teir hin balda.

Funnið var barnið hitt fríða;
við miklari gleði
ofraðu allir til Harrans
við trúgvandi megi.
Kom, Jesus, brátt
sum hina viðgitnu nátt,
fevn meg á føðingardegi.

Kom, góði Jesus,
og lat okkum kenna tín anda!
Fragdríkar lat okkum berjast
í ringasta vanda.
Haldið tí jól,
Jesus er hátíðarsól!
Hann bygdi brúgv heim til landa.

Tøkk hav tú, faðir,
um veraldar ævi og aldur,
einborni sonur tín var mær
til frelsara valdur.
Stinn er tann rót,
tú gevur menning og bót;
ei var tín kærleiki kaldur.

FavoriteLoadingGoym tekstin