Her á foldum so stutt lívið er

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Her på jorden er livet så kort

1. Her á foldum so stutt lívið er;
sum ein blóma, sum sprettur og fer,
gleðin følnar so mangan av sorgum og sút,
mong ein framtíðarvón kólnar út.

2. Mitt í gleðini særandi orð
kunnu leggja títt lívsverk í sor;
ja, sjálvt vónríkar sjónir tær tóku tín frið,
sum ein hvørvisjón hvurvu tær við.

3. Tínir vinir, sum fylgdu tær her,
hvør og ein jú so trúleysur er;
tá í roynslunnarstund særda hjarta títt slær,
háð og svik tað er alt, ið tú fær’.

4. Tó í vónloysi sál tín er stødd,
til tín talar ein lívgandi rødd,
tað er Jesus, Guðs einborni Sonur, sum kann
stríð og myrkur til ljós broyta man.

5. Hann vil taka teg eymt at sær inn,
turka tár sum tær renna á kinn;
gríp ta sármerktu hond, hon skal leiða teg heim,
heim til Himmalsins gleði og gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin